So hvørt Ukraina eftir øllum at døma gongur fram á hermótinum, hevur russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, viðgingið, at deildir hansara vanta stríðsvognar.
Tað hendi undir eini vitja á eini hernaðarverksmiðju í vestara Sibiria, skrivar blaðið The Guardian.
Tí er ein øking í framleiðsluni sambært Sjojgu neyðugu »fyri at nøkta tørvin hjá russisku deildunum, sum eru í ferð við eina serliga hernaðarliga ætlan«.
Málilskan »serlig hernaðarætlan« er lýsingin, sum russiski forsetin, Vlademir Putin, brúkar um kríggið í Ukraina.
Sambært tíðindastovuni AFP var vitjanin í gjár.
Fyrr í vikuni koma Putin sambært The Guardian við líknandi boðum sum Sjojgu, um at herinum tørvaði nóg mikið av »háneyvleikalóðuri, samskiftisútgerð, loftførum, dronum og so víðari«.
Týsdagin almannakunngjørdi Russland videobrot av tí, sum eftir øllum at døma vóru týsktframleiddir Leopard-stríðsvognar og amerikonaksir Bradley-stríðsvognar, sum álopsdeildirnar høvdu tikið í bardaga við ukrainar.
Tíðindastovan Reuters hevur ikki verið før fyri at vátta, hvaðani og nær upptøkurnar eru gjørdar.
Russiska verjumálaráðið vil vera við, at stríðsvognarnir, sum Vesturheimurin hevur latið Ukraina, vórðu tiknir í Saporizjzja í syðra parti av Ukraina.
Hanna Maljar, sum er ukrainsk varaverjumálaráðfrú, segði fríggjadagin í samrøðu við The Guardian, at ukrainskar deildir í løtuni vinna land.
##med2##
Russland vil vera við, at ukrainska mótálopið er miseydnað, men Ukraina heldur uppá, at tey hava endurvunnið fleiri øki og umleið 100 ferkilometrar av egnum landi.
/ritzau/