Í Russlandi hevur Vladimir Putin, forseti, koyrt verjumálaráðharran, Anatolij Serdjukov (myndin), frá, eftir at ráðharrin er lagdur undir svik í sambandi við eitt mál, har verjumálaráðið seldi nakrar fastar ognir.
Higartil hava kanningarnar avdúkað, at verjumálaráðið fekk einar 500 milliónir krónur ov lítið burtur úr søluni, og Putin sigur, at tað er neyðugt at koyra ráðharran frá fyri at tryggja, at alt kemur fram í málinum.
Russisku politikararnir hava samtykt at nútímarsgera herin og herflotan fyri ovurhonds nógvar pengar tey næstu árini. Ætlanin var, at Anatolij Serdjukov skuldi standa fyri hesum arbeiðinum, men nú hann hevur fingið sekkin, hevur forsetin valt Sergej Sjoigu til nýggjan verjumálaráðharra.
Sjoigu er í løtuni guvernørur í Moskva.










