Partur av manningini er farin av skipinum, sum ikki flotnaði, tá ið Tjaldrið gjørdi fyrstu royndina at toga hann av Flesjunum Russiski trolarin, sum klokkan eitt korter til átta rendi upp á Flesjarnar í Tangafirði, stendur framvegis.
Tað var skjótt, at Tjaldrið var hjá trolaranum, og nú eru fleiri skip og bátar á staðnum. Bæði á Nesi og á Hvítanesvegnum eru nógvir áskoðarar, nú tað í dýrdarveðrinum verður roynt at toga trolaran av aftur.
Tjaldrið gjørdi fyrstu royndina stutt eftir, at vaktarskipið var komið á staðið, men tann royndin miseydnaðist. Nú verður nýggj roynd fyrireikað at fáa trolaran av aftur. Eingin vandi tykist vera fyri manningini. Spurningurin er heldur, hvussu fast skipið stendur.
Meðan fyrireikð verður at gera nýggja roynd at toga trolaran av, verður ein partur av manningini førdur av tolaranum og umborð á garnaskipið Thor hjá Thor, sum er á staðnum.