Motorurin gongur framvegis, og tað verður pumpað við stórari orku fyri at fáa russiska trolaran so lættan sum til ber, áðrenn nýggj roynd at toga hann av aftur verður gjørd Russiski trolarin Olshana, sum klokkan eitt korter til átta í kvøld rendi á Flesjarnar í Tangafirði, stendur framvegis.
Tjaldrið og danska sjóverjuskipið Triton eru saman við eitt nú Pressaranum og Skúmaranum hjá trolaranum. Tjaldrið hevur enda umborð á Olshana, men enn hevur tað ikki verið hildið ráðiligt at royna at toga hann av, tí tað er so nógvur sjógvur í honum.
Tað rennur inn í maskinrúmið. Anni á Hædd, stjóri í tilbúgvingini, veit ikki, hvussu nógvur sjógvur er í skipinum. Sjógvurin stendur høgt í maskinrúminum. Men maskinan gongur framvegis, og tað verður vónað, at tað skal bera til at hava maskinuna gangandi.
- Umframt frá sjóverjuskipunum eru pumpur fingnar til vega frá Tórshavnar kommunu. Tað verður arbeitt fram ímóti og vónað, at tað í nátt skal eydnast at fáa skipið av aftur. Hann sigur frá verri veðri í morgin, sigur Anni á Hædd.
Á ymsan hátt hevur verið roynt at finna fram til, hvussu skipið stendur, men enn duga tey ikki at siga nakað ítøkiligt um hetta.
Fyrr í kvøld rann olja úr skipinum. Eingin olja rennur nú úr skipinum. Hildið verður ikki, at meiri enn 15 tons eru farin á sjógv. Anni á Hædd sigur, at oljan, sum er farin úr skipinum, rekur til havs.
Strandferðsluskipið Sam er komið á Tangafjørð við tí teir kalla skimmara frá Norðoya Bjargingarfelag. Hetta verður nýtt at taka olju upp av sjónum við.