Russiski flogskiparin ávaraði sjálvur um vanda fyri samanstoyti

Manningin á russiska flogfarinum, sum stoytti saman við eitt annað flogfar yvir Suðurtýsklandi mánakvøldið, ávaraði sjálv sveitsiska loftferðsalueftirlitið um, at vandi var fyri samanstoyti

Flogskiparin á russiska Tupolev 154-flogfarinum ávaraði mánakvøldið sveitsiska loftferðslueftirlitið um, at vandi var fyri samanstoyti við annað flogfar. Ávaringin kom 90 sekundir undan samanstoytinum, og 40 sekundir seinni gav eftirlitið flogskiparanum boð um at taka flogfarið longur niður.
Tað skrivaði russiska tíðindastovan RIA-Novosti í gjár frá keldum, sum hava samband við kanningararbeiðið eftir vanlukkuna. Ein talsmaður hjá sveitsiska loftferðslueftirlitinum Skyguide vildi ikki gera viðmerkingar til russisku tíðindini. Fyrr hevur Skyguide sagt, at teir varnaðust vandan 50 sekundir undan sjálvum samanstoytinum, men at teir máttu ávara russiska flogskiparan tríggjar ferðir, áðrenn hann gjørdi eftir boðunum.
Serfrøðingar hjá týsku loftferðslumyndugleikunum fóru í gjár undir at kanna innihaldið í svørtu kassunum úr teimum báðum flogførunum. Myndugleikarnir hava sagt, at kassarnir hava fingið skaða, men at tað kortini ikki nýtist at hava havt nakra ávirkan á teir.