Í morgun boðaði russiska verjan frá, at herdeildir hjá teimum hava rakt eina oljugoymslu í ukrainska havnabýnum, Odessa.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Russiskar tíðindastovur siga hinvegin, at talan er um tríggjar oljugoymslur, sum eru raktar í býnum.
Ukrainskir myndugleikar váttaðu í morgun, at Odessa var rakt av einum russiskum álopi, men einki ítøkiligt varð sagt um álopið.
Sagt varð, at tað var undirstøðukervið í býnum, sum varð rakt, men at eingin persónur hevði fingið skaða.
Ukrainskir myndugleikar siga sambært Reuters, at eitt russiskt rakettálop eisini hevur rakt Vasylkiv.
Vasylkiv er ein forstaður til høvuðsstaðin, Kyiv.
Tað eydnaðist ikki russisku herdeildunum at taka høvuðsstaðin, og tískil hava herdeildirnar nú tikið seg aftur úr Kyiv-økinum.
Ukrainskir myndugleikar siga, at teir nú aftur hava valdið í allari høvuðsstaðarregiónini.











