Russiskar rakettir raktu universitet í Kharkiv

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at stórir partar av universitetinum eru oyðilagdir.

Í dag rakti eitt russiskt rakettálop aftur næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at býurin, sum liggur nær russiska markinum, verður álopin. 

 

Tað er hann nógvar ferðir frammanundan í krígnum, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar.

 

Í dag var tað so eitt universitet í býnum, sum varð rakt av russiskum rakettum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at stórir partar av universitetinum eru oyðilagdir.

 

Russiski herurin royndi leingi at taka bæði høvuðsstaðin, Kyiv og næst størsta bý landsins, Kharkiv.

 

Men, tað eydnaðist teimum ikki. Ukrainski herurin trýsti russisku herdeildirnar aftur úr býunum.