Oljugoymslur í russiska býnum Brjansk standa í dag í ljósum loga eftir fleiri spreingingar í býnum síðstu nátt.
Norskur oberstur, Geir Hågen Karlsen, sigur við norska kringvarpið NRK, at tað ikki er óhugsandi, at tað eru ukrainskar rakettir, sum hava rakt oljugoymslurnar.
Russiski býurin liggur einar 150 kilometrar frá ukrainska markinum, og myndugleikarnir í Russlandi vátta, at eldur er í oljugoymslunum, men at eingin fólkaskaði er.
Myndugleikarnir í Russlandi hava higartil einki sagt um, hvør orsøkin til spreingingarnar er.
Livandi myndir frá ógvusliga eldhavinum liggja úti á sosialu miðlunum, og norski obersturin heldur, at soleiðis, sum hetta sær út, er líkt til, at talan er um ukrainsk álop á goymslurnar.
- Ukraina hevur rakettir, sum kunnu røkka hesum máli, men tað er ov tíðliga at siga nakað um hetta enn, heldur Geir Hågen Karlsen fyri. Í russiskum sjónvarpi verður sagt, at talan bæði er um sivilar og hernaðarliga oljugoymslur, sum eldur er í.
Russiski býurin Brjansk verður roknaður sum eitt týdningarmikið vegamót í russisku veitingunum til krígsførsluna í Ukraina.
- Hetta er eitt lógligt mál, um talan er um oljugoymslur, og hetta kann hava týdning fyri russisku krígsførsluna í eystari parti av Ukraina, sigur norski obersturin, Geir Hågen Karlsen, við NRK.
Hann heldur tað eisini vera áhugavert, um tað fer at vísa seg, at talan er um ukrainskt álop, sum fer fram inni á russiskum landaøki.
- Tá verður tað truplari hjá russum at siga, at kríggið í Ukraina ikki er eitt kríggj, men heldur eitt slag av einari "spesialoperation", soleiðis sum russiska verjumálaráðið fleiri ferðir hevur endurtikið, sigur obersturin.
Útlendskir miðlar skriva í dag, at oljugoymslan í Brjansk er koplað til oljuleiðingina "Druzhba", sum er ein hin longsta av sínum slag í heiminum. Hetta er høvuðsleiðingin fyri russiska olju til Evropa.
Leiðingin gongur gjøgnum Hvítarussland, Pólland og endar í Týsklandi.
- Ein grein av oljuleiðingini - Druzhba II - gongur gjøgnum Ukraina til Ungarn. Enn er óvist, um eldurin í goymslunum í Brjansk fer at ávirka veitingina av russiskari olju til Evropa, skrivar NRK.