Russiskar hernaðarvenjingar í Barentshavinum

- Vit vita um venjingarnar, og hetta hevur Russland fullan rætt til, sigur talsmaður fyri norsku verjuna, Preben Aursand.

Russiskir loftferðslu-og sjóferðslumyndugleikar hava ávarað um hernaðarligan aktivitet í Barentshavinum frá mikudegnum til leygardagin.

 

Myndugleikarnir hava givið boð um, hvar sivil ferðsla í luftini og á havinum ikki má verða, meðan venjingarnar fara fram.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at talan er um eitt stórt økið í Barentshavinum, har russisku hernaðarvenjingarnar verða.

 

Ávaringin hjá russum sigur, at í venjingunum verður eitt nú uppskjóting av rakettum millum klokkan 07 og 13 allar nevndu dagar.

 

- Vit vita um venjingarnar, sigur talsmaður fyri norsku verjuna, Preben Aursand og vísir á, at Russland hevur fullan rætt til hesar venjingar.

 

Preben Aursand leggur tó aftrat, at tá slíkt virksemi verður á einum so stórum øki, skulu russar eisini syrgja fyri, at trygdin í økinum er í lagi.

 

- Men, Russland eigur sjálvandi eisini at vita, at Noreg fylgir venjingunum, sigur talsmaðurin fyri norska herin.