Útlendsk tíðindafólk í Georgia siga, at russisk flogfør bumbaðu íbúðarhús í býnum Gori í morgun Útlendska tíðindafólkið sigur við tíðindastovuna AP, at minst fýra russiskar bumbur brustu í Gori, og at tvær teirra raktu eini stór íbúðarhús.
AP sigur frá sínum keldum í Georgia, at fleiri sivilfólk hava latið lív, og at tað er trongligt á sjúkrahúsunum, tí altsamt fleiri særd koma hagar.
Russland váttaði í morgun, at landið hevur sent fallskíggjahermenn til Suður-Ossetia. Georgisku myndugleikarnir siga, at loftverjan hevur skotið tvey russisk flogfør niður í dag.