Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, segði í dag, at hann fer at umskipa stjórnina, og at stjórnin skal lurta eftir møguligum krøvum frá fólkinum um nýskipanir. Tað segði forsætisráðharrin í einari røðu fyri limum í flokkinum Sameint Russland.
Eygleiðarar í Moskva siga, at orðini hjá Putin eru tað fyrsta tekinið um, at tey nógvu mótmælini ímóti valinum og stjórnarflokkinum hava vakt ans í Kreml. Putin nevndi ikki mótmælini, men talsmaður hansara, Dmitrij Peskov, segði, at mótmæli, sum ikki hava fingið neyðug loyvi, verða steðgað á ein hóskandi hátt.
Fyrr í dag sendi russiska stjórnin trygdarhermenn til Moskva. Avgerðin er tikin eftir tað stóra mótmælistiltakið í gjár, har fólk í túsundatali mótmæltu valinum og løgdu stjórnarflokkin undir valsvik.










