Russiska námsvanlukkan kravt 43 mannalív

Fleiri spreingingar hava verið í einum kolanámi har eysturi í Russlandi teir seinastu dagarnar, og talið á deyðum er nú komið upp á 43. Vanlukkan er tann ringasta í Russlandi tey seinastu trý árini, og Vladirmir Putin, forsætisráðharri, er komin eystur til Raspadskaya at kunna seg um støðuna.

Russisku fjølmiðlarnir siga, at 47 námsarbeiðsmenn eru framvegis niðri í náminum, men sambært guvernørinum í økinum er tað ivasamt, um teir eru á lívi.

Fleiri av teimum 43, sum hava latið lív, vóru bjargingarmenn, sum fóru niður í námið aftan á tær fyrstu spreingingarnar, sum vóru seinnapartin leygardagin.