Russiska Lada verksmiðjan gott mót uppá framtíðina

Í 1966 skrivaði russiska stjórnin sáttmála við italsku Fiat bilverksmiðjuna um framleiðslu av Fiat bilum uppá licens. 19. apríl 1970 koyrdu teir fyrstu bilarnir út av russisku Lada bilverksmiðjuni við Volgaánna

Nú meira enn 30 ár eru liðin síðan fyrstu Lada 1200, sum vóru Fiat 124, ið vóru bygdir við loyvi frá Fiat, satsar russiska stjórnin veruliga uppá bilaídnaðin.
Herfyri var varastjórin á Lada bilverksmiðjuni, Nikolai Dybine, á vitjan í Danmark. Hann greiddi frá, at hann byrjaði at arbeiða við samlibandið á nýggju Lada verksmiðjuni í 1970. Hann arbeiddi seg upp til stjóra og síðan til varaforseta. Tað at Sovjetsamveldið datt sundur síðst í 80-unum førdi til stóran ótryggleika viðvíkjandi framtíðini hjá Lada. Øll 90-ini vóru ógvuliga trupul. Í 1993 bleiv Lada verksmiðjan til eitt privat partafelag, har starvsfólkini áttu størsta partin av partapeninginum. Lada samstarvar í dag við General Motors og evropeiska menningargrunnin EBRD. Saman gera teir eina nýggja bilverksmiðju, sum eftir ætlan skal framleiða 75.000 bilar árliga.
Í Danmark fingu Lada bilarnir herfyri ein lemjandi dóm frá FDM. Teir høvdu nógv at finnast at. Serliga tað at teir manglaðu alla ta útgerð, ið nútímans bilar hava sum standard í dag, eitt nú servostýring, ABS bremsur og airbags. Alt hetta verður nú broytt, sigur Nikolai Dybine. Í fyrsta umfari skulu tey modellini, ið eru á marknaðinum í dag, liva upp til evropeiskan standard bæði hvat viðvikur kvaliteti og trygd. Seinni koma heilt nýggj modell á marknaðin.

Kelda: Tíðindaskriv frá Fredericia Auto Import A/S