Tann russisk-ortodoksa kirkjan heldur jóladag í dag, og í tí sambandi fýtlist ovastin fyri kirkjuni, patriarkurin Kirill, á framferðina, sum myndugleikarnir hava brúkt ímóti teimum, sum mótmæla úrslitinum av tjóðartingsvalinum, tí tey vilja vera við, at myndugleikarnir svikaðu.
-Málið eigur at vera, at lógligar mótmælisgongur fáa myndugleikarnar at laga ta politisku kósina tann vegin. Tað er týdningarmikið. Lata myndugleikarnir ikki tey fólksligu mótmælini við seg koma, so hava teir ein trupulleika, segði Kriill við alment russiskt sjónvarp.
Umleið 70 prosent av fólkinum í Russlandi siga seg hoyra til ta ortodoksu kirkjuna og hennara trúarlæru, og tí hevur tað stóran týdning, hvat patriarkurin sigur. Kirkjan hevur rættiliga gott samband við teir politisku myndugleikarnar, og hennara áskoðanir kunnu ávirka politisku avgerðirnar, skriva tíðindastovurnar.









