Russiska ákæruvaldið leggur hart út

- Tað verða eg og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sum fara at umrøða, hvørt málið um Skálaberg skal leggjast fyri havrættardómstólin í Hamburg týsdagin, soleiðis sum áður ætlað, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Stríð

Um Skálaberg-málið verður lagt fyri havrættardómstólin í Hamburg, verður tað í prinsippinum danski staturin sum saksøkir.
Soleiðis verða tað Jørgen Niclasen, føroyskur uttanríkisráðharri og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sum í fyrsta lagi fara at taka politisku avgerðina um thetta mál,
- Í endanum av síðstu viku varð bræv sent russiska uttanríkisráðharranum um ætlaninar at fara til dómstólin í Hamburg, men hesin heitti í aftursvari á okkum um at lata vera og at lata málið ganga sína gongd.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at málið um Skálaberg fekk eina undarliga vend, tá russiska ákæruvaldið í endanum av seinastu viku heitti á dómaran um at taka eitt mál um ein russiskan trolara, sum liggur í Kollafirði, við upp í málið um Skálaberg.
- Dómarin játtaði at góðkenna hetta skjal sum part av málinum, og hetta er rættiliga undrunarvert, tí málið um russiska trolaran í Kollafirði hevur einki sum helst við JFK-Trol ella málið um Skálaberg at gera.
Jørgen Niclasen vísir á, at soleiðis, sum russiska ákæruvaldið nú hevur lagt Skálaberg-málið fram, vil ákæruvaldið hava ein dóm, sum svarar til einar 20-30 miljónir krónur umframt virðið av skipinum, sum helst er einar 200 miljónir krónur.
- Hetta er heilt burturvið, og eg havi sagt áður, at hetta er vorðið álvarsamasta mál í føroyskari fiskivinnusøgu, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.