Russiska innflutningsbannið ein vanlukka

Russiski konsulin í Føroyum sigur tað vera eina vanlukku, at føroyingar ikki kunnu útflyta laks og síl til Russlands Mánadagin í síðstu viku boðaðu russar frá, at føroyingar ikki kunnu flyta laks og síl til Russlands frá 1. september, tí sambært russum lúka tey føroysku virkini, sum hagreiða laks og síl, ikki tær russisku treytirnar.

Bannið er ein vanlukka, sigur russiski konsulin í Føroyum.

-Hetta er ein vanlukka, tí Russland er eitt stórt land ,og vit eru fáment her. Nú verður kvoterað bæði í toski og svartkjafti, og tí haldi eg, at vit nú skulu fara av í gongd av álvara, sigur Árni Dam við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Sjálvur hevur Árni Dan fult álit á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og hann sigur seg hava skilt, at hon fer at tosa við russar fyrsta dagin.