Russar taka møguliga innflutningsbannið av 15. juni, skrivar Heilsufrøðisliga Starvstovan á heimasíðu síni. Í skrivinum, ið vit hava móttikið frá Rosselkhoznadzor í dag verður m.a. sagt, at við støði í ?memorandum of understanding? ið er gjørd millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Rosselkhoznadzor og við støði í nýggju veterineru váttanunum, metir Rosselkhoznadzor tað verða møguligt at uppafturtaka útflutning av fiski og fiskaúrdráttum við virknað frá 15. juni 2009.
Við fiski og fiskaúrdráttum er talan um allar fiskavørur, t.v.s. bæði laksur, hvítur fiskur og pelagiskur fiskur.
Hetta merkir so, at bannið, ið var sett í gildi við virknað frá 1. september 2008 nú er avtikið við virknað frá 15. juni 2009. Tí kunnu føroysk virki á russlandslistanum aftur útflyta fisk- og fiskaúrdráttir til Russland. Virkini, ið eru nevnd í skrivinum frá Rosselkhoznadzor, eru akkurát tey somu, sum vit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni mettu at lúka russisku krøvini. Talan er um laksa- og fiskavirkir, frostgoymslur og verksmiðjuskip, íalt 17 virkir.
Síðan russlandsmálið byrjaði hava vit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni miðvíst arbeitt við at fyrireika okkum at kunnu liva upp til russisku krøvini og virkini og verksmiðjuskipini ið eru á Russlandslistanum hava somuleiðis arbeitt við sínum parti.
Síðsta stigið í.s.v. at útflutningurin kann byrja aftur mitt í juni verður ein fundur, ið vit á Heilsufrøðilgiu starvsstovuni koma at hava við virkini á russlandslistanum. Endamálið við fundinum er m.a. at fáa alt við víðari arbeiðnum í mun til Russland at ganga so gott sum yvirhøvur tilber, herundir eisini hvussu vit koma at arbeiða við heilsuváttanum fyri fiskavørurnar, ið verða útfluttar til Russland, skrivar Heilsufrøðisliga Starvstovan.










