Russiska Gazprom áhugað í Føroyum

Ein av heimsins størstu fyritøkum, russiska Gazprom, hevur boðið Johan Dahl, vinnumálaráðharra at vitja á høvuðsborgini í Moskva. Við honum vera eisini umboð fyri Jarðfeingi og Føroya Tele umframt danska gassfelagið DONG. Tað er eingin minni enn aðalstjórin í Gazprom, Alexander Medvedev, sum hevur boðið Johan Dahl at vitja. Gazprom er størsta fyritøkan í Ruslandi og telist eisini stjóri tess millum heimsins 16 máttmiklastu persónar sambært amerikanska tíðarritinum Time Magazine.

Johan Dahl segði í samrøðu við Rás2 á middegi, at tá hann var á umhvørvisráðstevnu í Keypmannahavn í desember hitti hann eisini forstjóran og leitistjóran hjá danska gassfelagnum DONG. Tilsteðar var eisini Johan Mortensen, sum hevur havt samstarv við DONG í mong ár og sum eisini hevur ráðgevarauppgávur fyri Vinnumálaráðið. Har var m.a. tosað um møguleikarnar at kunna um føroyskt vinnulív og føroyska olju- og gassleitiøkið. Semja varð um, at tað kundi verið áhugavert at kunna heimsins størsta orkuframleiðara, Gazprom um føroyska landgrunnsøkið innan olju og gass og um teir møguleikar vit halda kunnu vera her í framtíðini.

Tað gekk so heldur ikki long tíð eftir, at føroysku umboðini vóru komin heimaftur úr Keypmannahavn, at har kom ein innbjóðing frá stjóranum í Gazprom, Alexander Medvedev um at koma til Moskva at vitja og greiða frá føroyskum vinnulívi og oljuleitingarøki.

-Vit hildu sjálvandi, at tað var sera áhugavert at fáa henda møguleikan og hava so valt at taka av innbjóðingini. Eisini hava vit biðið Føroya Tele, sum er ein telecomveitari, ið longu veitir tænastur til oljufelagið BP vestan fyri Hetland um at koma við og kunnað um tað teir kunnu bjóða fram sigur Johan Dahl við Rás2.

Farið verður úr Føroyum 24. mai og verður steðgað í Moskva í tveir dagar. Johan Dahl, sum er ikki sørt ovfarin av men eisini fegin um, at henda vitjan er komin í lag, ivast ikki í, at fundurin við Gazprom verður áhugaverdur eisini fyri okkum, tí hann kann lata upp fyri samstarvi í størri mun enn talan er í dag millum Føroyar og Rusland.

Hann vísir á, at vit longu í dag hava eitt stórt samstarv við russar á fleiri økjum. Tað verður seldur nógvur fiskur til londini eystanfyri, og tað verður handlað við timburi, fiski og kvotum. So at sleppa inn um dyrnar hjá Gazprom og fáa samband við netverkið har er og harvið kunna medvirka til, at Føroyar og føroyskt vinnulív og sjálvandi eisini russiskt vinnulív kunnu samstarva breitt á enn fleiri økjum heldur landsstýrismaðurin er ein kærkomin møguleiki, sum vit eiga at gagnnýta og taka av. .

Hann sigur seg vera fegnan um, at tað hevur verið møguligt at fáa ein slíkan fund á so høgum stigi í lag. Har vit kunnu greiða frá Føroyum, føroyskum vinnulívi og okkara oljuleitiøki. Eisini hvørjar tankar vit hava um framtíðar leiting her og í hvønn mun eitt nú eitt felag sum Gazprom kann hava áhuga í at vera partur av leitingini. Antin til eina komandi oljuútbjóðing ella nú, tá vit fara at marknaðarføra ein ?open door? møguleika, har feløg kunnu koma inn og hyggja at ávísum økjum, sum longu hava verið útboðin og kanska hava áhuga fyri at kanna og bora í teimum økjunum sigur landsstýrismaðurin við Rás2.