Tað hevur ikki verið við góða viljanum hjá russiskum sjómonnum og hjá russiska fólkinum yvirhøvur, at myndugleikarnir í Murmansk hava viðfarið Skálaberg so illa. Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum, sigur, at vanligi russarin er í øðini inn á myndugleikarnar í Murmansk og ta ósømiligu viðferð, sum Skálaberg hevur fingið.
- Tað eru send mong hvassorðað teldubrøv til myndugleikarnar, og sjálvt Vladimir Putin hevur fingið at vita, at soleiðis verður ikki farið fram móti fólki, sum altíð hava tikið móti russum við opnum ørmum, sigur Árni Dam.
Reiðaríir í Murmansk eru eisini ill og hørm um framferðarháttin hjá myndugleikunum, men viðurkenna, at viðurskiftini í Murmansk eru alt annað enn nøktandi.
- Tað er so tvørligt at koma til Murmansk, at sjálvt skiparar á bátum haðani velja heldur at fara inn í Noregi at umvæla brek, enn at fara til Murmansk, sigur Árni Dam.
Hann heitir samstundis á føroyingar um ikki at leggja hatur á vanliga russaran og russiskar sjómenn, tí tað er ikki við teirra undirtøku, at føroyingar hava verið so viðfarnir í Murmansk.
- 6. januar eru jól hjá russarum, og tá koma fleiri skip inn til Føroya at halda jól. Einir 220 russar eru á Skála sum er, og hóast vit hava fingið fleiri jólapakkar, vanta enn fleiri í. Tí vil eg heita á føroyingar um at hugsa um teir russarar, sum liggja her teirra jól, og senda jólapakkar til teirra, sigur Árni Dam.
Teldubrævið til Putin er veruligt, og eitt nú lærarar á Sjómansskúlanum hava sæð tað, vísir Árni Dam á.










