Í mánaðunum og døgunum undan spreingingunum á gassleiðingarnar Nord Strem 1 og 2 vóru russisk flotaskip nærindis staðnum, har spreingarnar vóru.
Tað skrivar DR, sum saman við norska NRK, svenska SVT og finska Yle hevur fingið atgongd til radiosamskiftið frá russiska flotanum.
Tey skip, sum vóru nærindis spreingistøðunum, høvdu vóru før fyri at fremja atgerðir undir vatni.
Sambært DR vóru skipini kring økini, har spreingingarnar seinni vóru, í fleiri tímar og í einum føri næstan í eitt samdøgur.
Eitt av skipunum var nærindis spreingistøðunum fimm dagar fyri spreingingarnar.
Upplýsingarnar, sum miðlarnir hava fingið innlit í, vísa ferðamynstrið hjá minst trimum russiskum flotaskipum.
Jens Wenzel Kristoffersen, sum er orlogsskipari og hernaðargreinari við Københavns Universitet, sigur við DR, at upplýsingarnar benda á, at tað eru farnar fram atsóknir undir vatnskorpuni.
– Tað er ein samanseting av skipum harúti, sum saman við knattstøðuni bendir á, at tað er farið eitthvørt fram á havbotninum, sum kann hava samband við spreingingarnar. Uttan at vit kunnu siga, at tað er so, sigur hann.
/ritzau/