Russisk skip vælkomin í føroyskar havnir

Tað sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana. – Óseki russiski fiskimaðurin skal ikki revsast. Sjálvstýri talar nú at landsstýrinum og heitir tí á løgmann og politiska myndugleikan um umgangandi at seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk standa saman við ukrainska fólkinum

 

Tað segði landsstýrismaðurin í samrøðu við Kringvarpið.

Summi undrast, at russisk skip eru vælkomin í føroyskar havnir, nú nærum allur heimurin hevur sett strong revsitiltøk í verk ímóti Russlandi.

Trý russisk skip eru komin til Rúnavíkar um vikuskiftið. Tórbjørn Jaocbsen, borgarstjóri, segði við Kringvarpið í gjár, at tað ikki er uppgávan hjá føroyskum kommunum at steingja havnir fyri russiskum skipum. Tað er ein uppgáva hjá landsmyndugleikunum, segði hann.

Og maðurin, sum hevur ábyrgdina av tí, sigur við Kringvarpið, at ongar ætlanir eru um at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum.

Jenis av Rana sigur, at Føroyar fylgja teimum tiltøkum, sum Nato-lond, ES-lond, og onnur lond vit vilja berast saman við, seta í verk.

 

##med2##

Jenis av Rana sigur, at hann hevur tosað við danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, sum hevur sagt honum, at tað liggur eingin havnarstongsul fyri framman – fyribils í øllum førum.

Jenis av Rana segði eisini við útvarpið, at hann tosaði við danska uttanríkisráðharran um munin á at raka ósek fólk, og at raka ríku oligarkarnar í Russlandi, sum arbeiða saman við Putin. 

– Tað skal øgiliga nógv til, áðrenn vit fara at nokta einum vanligum ósekum russiskum fiskimanni at fáa ta hjálp, hann hevur brúk fyri, ella fara heilt at steingja fyri øllum matvøruútflutningi til Russlands, segði Jens av Rana við útvarpið.

28. februar var Jeppe Kofod annars á fundi við uttanríkisráðharrarnar í ES. Tá var hansara uppskot, at ES gjørdi sum Bretland og stongdi allar havnir fyri russiskum skipum. Men sambært Jenisi av Rana, so er danski uttanríkisráðharrin blíðkar nakað móti russarum.

 

Hóast landsstýrið hevur eina heldur linari kós, enn ábendingar fyrr hava verið um, so eru tey í Sjálvstýrinum, sum nærmast er stuðulsflokkurin hjá samgonguni, als ikki samd.

 

Lesið eisini: Vilja hava løgmann at seta tiltøk í verk - alt fyri eitt

 

Kristin Michelsen, løgtingsmaður, og Sámal Petur í Grund, floksformaður, sendu seinnapartin út skriv, har teir siga:

 

– Nei til Putin – Samhugi við Ukraine 

– Vit kunnu ikki sum fólk tigandi hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýri heitir tí á løgmann og politiska myndugleikan um umgangandi at seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk standa saman við ukrainska fólkinum.