Í dag hevur Bretlandi biðið landsins havnir um at steingja fyri øllum førum, sum sigla undir russiskum flaggi, ella sum hildið verður eru skrásett, eigarar ella har valdið er hjá persónum við tilknýti til Russland.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Bretski flutningsmálaráðharrin, Grant Shapps, hevur sent bræv til bretskar havnir, har tað stendur, at meira útgreinað tiltøk ímóti russiskari skipaferðslu er í ferð við at verða løgd til rættis.
– Sjóferðslugreirin er grundleggjandi fyri altjóða handil, og vit mugu gera okkara fyri at avmarka fíggjarlig áhugamál hjá Russlandi og seta russisku stjórnina til svars, stendur í brævinum, sum ráðharrin hevur deilt á Twitter.
Í skriftligum boðum sigur Danmarks Udenrigsministerium, at Danmark aktivt arbeiðir fyri, at ES tekur eina felags avgerð um at steingja allar havnir fyri russiskum skipum.
Sambært danska uttanríkisráðnum hevur Jeppe Kofod tikið málið upp, tá ES uttanríkisráðharrarnir høvdu fund í dag.
– vit hava longu gjørt av at steingja danska loftrúmið fyri russiskum flogførum. Samstundis eru vit til reiðar at seta nýggj tiltøk í verk saman við evropiskum feløgum okkara, stendur í einum skriftligum boðum frá danska uttanríkisráðnum.
Miðilin Shippingwatch skriva harumframt, at Mærsk umhugsar at avlýsa allan flutning til og úr Russlandi.
Av eini kundadagføring frá Mærsk í dag framgongur, at Mærsk heldur eyga við og fyrireikar seg upp á at eftirlíka tiltøkum ímóti Russlandi.
– Fyrireikingar okkara umfata eisini bráðfeingis avtøku av Mærsk-bookingum til og úr Russlandi til vants og til lands, verður skrivað.
Mærs skrivar harumframt, at felagið ger sítt ítarsta fyri at tryggja sær, at góðs, sum er ávegis, kemur á mál.
– Trygdin hjá starvsfólkum okkara hevur fremstu raðfesting, og vit halda fram við at leggja ætlanir, so starvsfólk, sum verða ávirkað, og familjur teirra, fáa tann stuðul, teimum tørvar, sigur Mærsk. Tað skrivar Ritzau í kvøld.
Einki er tó frætt um, hvørt Føroyar fara at nokta russiksum skipum í føroyska havnir. Talan er um fleiri hundrað russisk skip í føroyskum havnum um árið, og tey umskipa eini 350.000 tons í føroyskum øki.