Russland hevur sent 158 dronur og rakettir ímóti ukrainskum býum. Talan er sum størsta russiska álopið, síðan kríggið byrjaði. Ukrainska loftverjan hevur svarað álopunum við loftverjurakettum.

Russisk rakett yvir pólskum landaøki

Sambært Reuters sigur pólski generalurin, Maciej Klisz, at talan var um eina russiska rakett, sum var inni í pólskum loftrúmi.

Russland hevur sent 158 dronur og rakettir ímóti ukrainskum býum. Talan er sum størsta russiska álopið, síðan kríggið byrjaði. Ukrainska loftverjan hevur svarað álopunum við loftverjurakettum.

Pólski generalurin, Maciej Klisz, sigur seinnapartin í dag, at ein russisk rakett var yvir pólskum loftrúmi fyrr í dag.

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

Sagt verður, at rakettin var umleið 40 kilometrar inni í pólskum loftrúmi í umleið tríggjar minuttir, áðrenn hon kom yvir í ukrainskt øki.

Pólski verjumálaráðharrin, Władysław Marcin Kosiniak-Kamysz, sigur, at pólsku skipaninar gjørdu tað, tær skuldu, í teirri støðu, sum var.

- Allar slíkar hendingar mugu staðfestast, leggur verjumálaráðharrin aftrat.

Fyrrapartin í dag segði pólski herurin, at ein ikki-eyðmerktur "flúgvandi lutur" var staðfestur í pólskum øki.