Tíðindini siga í kvøld, at ein russisk rakett hevur rakt pólsku bygdini, Przewodow, beint við markið ímóti Ukraina. Fyrstu tíðindini siga, at tvey fólk eru deyð. Russisku myndugleikarnir avsanna, at talan er um eina russiska rakett, og tey siga, at hetta er ein tilvitað provokatión fyri at herða stríðið.
Serfrøðingar í danska herinum meta ikki, at álopið var tilætlað, men at talan var um eina rakett, sum er farin av kós, og at talan sostatt var um eitt óhapp.
Men í hesi løtu er kreppfundur á hægsta stigi í Póllandi og tað er eisini nógv fundarvirksemi í øðrum nato-londum, tí tey siga, at hetta er ein sera álvarslig støða.
Men tey siga eisini, at hetta er ein støða, tey hava stúrt fyri alla tíðina, og enn er óvist hvørja stig nú verð tikið.
Men støðan er álvarslig, tí Pólland er limur í Nato og politikkurin hjá Nato er, at eitt álop á eitt natoland er eitt álop á alt Nato. Men nú verður roynt at fáa greiði á, hvat er, sum er hent og fyribils verður roynt at loysa málið tann diplomatiska vegin og tann stóra avbjóðingin er nú ikki at missa tamarhaldið á støðuni.











