Tað hevur Politiets Efterretningstjeneste (PET) upplýst fyri DR í dag.
Handtøkan var framd í samstarvið við Sydsjællands og Lolland-Falsters Politi.
Sambært PET hevur málið samband við eina søgu um ein russiskan ríkisgrunn, sum er hevur verið í fleiri miðlum.
DR hevur áður skrivað, at ein grunnur hjá russiska statinum í fleiri ár hevur sent milliónaupphæddir til fleiri verkætlanir og persónar í Danmark og í Evropa.
Pengarnir skulu millum annað vera varnir til eina dansk-russiska kvinnu, sum hevur eitt løgfrøðiligt ráðgevingarfelag fyri russisktalanda á Sælandi.
Sambært upplýsingunum hjá Danmarks Radio er tað hendan kvinnan, sum er handtikin.
/ritzau/