Russisk kavbátavanlukka kravt fleiri mannalív

Minst 20 fólk doyðu av einum óhappi við eldsløkkingarútgerðini umborð á einum russiskum kjarnorkukavbáti í gjár Sambært russiskum talsmonnum fór sløkkiskipanin frá av sær sjálvum við tí úrsliti, at meiri enn 20 av manningini kvaldust.

Kavbáturin, sum er kjarnorkurikin, var staddur har vesturi í Kyrrahavinum, tá vanlukkan hendi. Kavbáturin sjálvur fekk ongan skaða og sigldi sjálvur í havn, siga russisku keldurnar.

Igor Dygalo, sum er talsmaður hjá russiska herflotanum, sigur við tíðindastovurnar, at fleiri starvsfólk á skipasmiðjuni, sum hevur smíðað kavbátin, doyðu í vanlukkuni. Nakrir av manningini lótu eisini lív, og 21 fólk vórðu flutt á sjúkrahús.

208 fólk vóru umborð á kavbátinum, tá vanlukkan hendi.