Føroyskir og russiskir myndugleikar eru samdir um, hvussu farast skal fram fyri at loysa russiska innflutningsbannið ímóti føroyskum fiski og fiskavørum Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni, vóru í gjár á fundi við stjóran á russiska eftirlitsstovninum Rosselkhoznadzor, ið hevur um hendur veterinera eftirlitið í Russlandi.
Á fundinum varð umrøtt málið um russiska innflutningsbannið av føroyskum fiski og fiskavørum til Russlands, og avrátt varð, at veterineru myndugleikarnir í ávikavist Russlandi og Føroyum undirskriva eitt sokallað Memorandum of Understanding, ið ger greitt, hvussu arbeitt verður frameftir við at loysa málið um innflutningsbannið.
Vinnumálaráðið sigur, at hetta Memorandum verður ætlandi undirskrivað miðskeiðis í januar mánaði í Berlin, tá bæði russiskir og føroyskir myndugleikar luttaka á tiltakinum Grüne Woche.
Ætlanin er síðani, at russiskir eftirlitsmyndugleikar fremja nýtt veterinert eftirlit í februar mánaði. Eftir hesa eftirlitsvitjan verður støða tikin til, um innflutningsbannið verður tikið av, sigur vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.