Russisk dubbing í póløkinum

Tíðindastovan Euobserver skrivar, at russar eru í ferð við at brynja seg hernaðarliga í økinum við Norðpólin. Eurobserver endurgevur russisku tíðindastovuna Interfax, sum hevur tíðindini frá Anton Vasilev, sum er týðandi embætismaður í russiska uttanríkisráðnum.

-Vit mugu fyrireika okkum, so vit ikki koma í ta støðu at standa verjuleysir har, skal Vasilev hava sagt við Interfax.

Sambært somu tíðindastovu legði hann afturat, at ES og NATO hava ongan rætt til at fáa atgongd til náttúruríkidømið í norðara póløkinum.