Norsk og bretsk jagaraflogfør noyddu russisk bumbuflogfør at broyta kós uppi yvir Norðsjónum Tað var í nátt, at norsk og bretsk jagaraflogfør vórðu send at fáa nøkur russisk bumbuflogfør, sum vóru á ferð uppi yvir Norðsjónum, at broyta kós.
Russiska herleiðslan sigur, at tey russisku flogførini vóru í altjóða loftrúmi, og at tey vóru á einari vanligari vernjingarferð.
Russisku flogførini vóru av slagnum Tu-160 og kunnu hava kjarnorkuløðingar.