Gjáranáttina flugu tvey russisk bumbuflogfør í økinum við Føroyar Russisku bumbuflogførini flugu fyrst suður við norsku strondini, har norsk jagaraflogfør hildu eyga við teimum.
Norsku flogførini fylgdu eisini russisku flogførunum norðan fyri Føroyar, og tá russisku flogførini fóru longri suður, fóru bretsk flogfør á flog at fylgja teimum, sigur Marinustøðin.
Russisku bumbuflogførini vóru av slagnum Tu-160 ella Blackjack, sum tey verða kallað vestanfyri.