- Seinastu russisku álopini á Ukraina kunnu vera brot á fólkarættin, sigur hákommiserurin hjá ST fyri mannarættindum.
Í minsta lagi 19 fólk vórðu dripin í russiskum rakettálopum á fleiri ukrainskar býir mánadagin, og fleiri enn hundrað fólk vórðu løstað.
Eitt talsfólk fyri hákommiserin sigur, at álopini kunnu vera í stríð við prinsippini í krígsførslu sambært altjóð mannarætti.
Russisku rakettálopini raktu bæði høvuðsstaðin, Kyiv og fleiri aðrar býir.
Talsfólkið hjá hákommiserinum sigur, at álop, sum bevíst eru vend móti sivilum málum, eru krígsbrotsverk.
Í ukrainska høvuðsstaðnum vórðu tríggir skúlar, ein barnagarður og 45 íbúðarbygningar raktir av russisku rakettunum í gjár.
Tað veit borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, at siga, og tað er Dagbladet, sum endurgevur aðrar útlendskar miðlar.