Russari tikin fyri njósning

Russiska trygdartænastan hevur tikið ein yvirmann í russiska herinum og skuldsett hann fyri at hava njósnast til frama fyri Georgia. Tað váttaði ein talsmaður hjá trygdartænastuni í gjár.

Sambært talsmanninum varð heryvirmaðurin tikin í landspartinum Stavropol, sum er rætt við georgiska markið, og var hann í ferð við at savna upplýsingar um russiska herin, tá hann bleiv tikin. Trygdartænastan sigur eisini, at heryvirmaðurin hevur latið georgisku myndugleikunum upplýingar, sum georgiski stjórnarherurin fekk gagn av í stríðnum við russiska herin í Suðurossetia.