Russarar taka yvir Facebook

Russiski ríkmaðurin Alisjer Usmanov, sum á sinni átti í íslendska bankanum, Kaupthing er nú tann størsti partaeigarin av Facebook Tá stóra skrædlið varð í Ìslandi á heysti í 2008 átti Alisjer Usmanov 1,48 prosent av Kaupthing.

Sambært íslendska Morgunblaðnum, so hevur Alisjer Usmanov eina skuld uppá 34,5 miljardir íslendskar krónur frá tíðini hann var við í tí íslendska fíggjarævintýrinum fyrst í hesari øldini.

Alisjer Usmanov eigur eisini gott og væl ein triðjapart av enska stórfelagnum, Arsenal, sum hevur verið við til at mynda oddin í ensku Premier League seinastu mongu árini.

Nú hevur Alisjer Usmanov ognað sær ein enn størri part av Facebook, sum er nærum hvørsmansogn í Føroyum. Alisjer Usmanov eigur nú 10,25 prosent av Facebook, og er soleiðis nú tann størsti partaeigarin.