Landsdystir
Fyri góðum fimm mánaðum síðani var føroyska fótbóltslandsliðið í Moskva. Úrslitið 28. mars var 1?0 til Russland. Málið skoraðu teir í 18. minutti.
6. mai í 1995 var føroyska landsliðið í Moskva. Ta ferðina vann heimaliðið 3?0. Teir høvdu bóltin nógv alla tíðina, men teir fingu ikki hol á fyrrenn í 51. minutti.
6. september í 1995 vunnu russarar 5?2 á Svangaskarði. Ta ferðina vórðu teir rættuliga skakkir, tá Todi Jónsson í 55. minutti legði Føroyar framum 2?1 (Henning Jarnskor hevði í 12. minutti javnað til 1?1). Men síðsta hálva tíman megnaðu russarar at skora fýra mál.
Luftspæl
Russarar eru ikki heilt álvuligir, nú teir enn eina ferð skulu royna seg ímóti Føroyum. Í russisku pressuni og á ymsum fótbóltsheimasíðum í Russlandi hevur verið tosað aftur og fram um, hvussu tað er snildast at fara undir setningin ímóti føroyingum.
Tey flestu tykjast hella til, at russarar eiga fyrst og fremst at dúva upp á høgar bóltar í brotsteigin.
? Føroyska liðið er sera væl skipað í verjupartinum. Teir duga væl at halda tætt, tá teir hava tíggju spælarar aftanfyri bóltin, og um tað ikki verður skorað eina og helst tvær ferðir ímóti teimum tíðliga í dystinum, so verða teir vandamiklir í snarálopum, verður sagt. Og so verður lagt afturat, at tað er í luftini, at føroyingarnir eru ringast fyri.
? Teir eru veikir, tá høgir bóltar koma úr borðunum og inn fyri málið. Tað hevur verið at sæð í fleiri av undanfarnu dystunum, halda russisku tíðindamenninir og onnur, sum eru áhugað í fótbólti. Tey fylgja væl við og rokna við, at føroyska liðið í dag verður mannað, sum tað var leygardagin ? burtursæð frá, at Øssur Hansen aftur verður í plássinum í vinstru, sum Súni Olsen og Heðin á Lakjuni røktu leygardagin.
Gamlir kenningar
Tá Føroyar tvær ferðir í 1995 og aftur í mars í ár spældi ímóti Russlandi, var Oleg Romantsev venjari. Hann er ein tann kendasti maðurin í russiskum fótbólti. 47 ára gamli landsliðsvenjarin er eisini venjari í Spartak Moskva, har hann eisini er formaður í felagnum. Hann var landsliðsvenjari 1994?1996, so bað hann um at verða loystur úr tí starvinum, men tá tað ikki hilnaðist nakað serligt hjá landsliðnum, varð hann aftur settur í venjarastarvið á landsliðnum. Tað var í 1999.
Millum spælararnar eru nakrir gamlir kenningar. Viktor Onopko, sum umboðar Real Oviedo í Spania, hevur verið liðformaður allar tríggjar ferðirnar, tá Russland hevur spælt ímóti Føroyum. Tað er hann eisini hesa ferð. Í verjuni er eisini Juri Nikiforov, sum nú umboðar PSV Eindhoven í Hollandi.
Umframt hesar báðar vóru leygardagin í Slovenia tveir spælarar á russiska liðnum, sum umboða útlendsk feløg. Hinir báðir spæla báðir í Celta Vigo í Spania. Annar teirra er miðvallarin og álopsmaðurin Mostovoi. Hann skoraði málið í 1?0 sigrinum ímóti Føroyum í mars. Hann verður mettur at vera kanska týdningarmiklasti spælarin, og tí er tað stórur smeitur fyri Russland, at hann er leikbannaður í dag. Í Slovenia fekk hann gult kort, men hóast hann er leikbannaður hesa ferð, so er hann við í Føroyum. Tað vísir, hvussu stóran týdning hesin spælarin verður mettur at hava fyri russiska liðið.
Fjórði útisetin er miðvallarin Karpin. Hinir spælararnir umboða fyri tað mesta stóru feløgini í Moskva ? Spartak og Lokomotiva.
Avgera sjálvir
Hóast tey í Russlandi eru vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at koma úr Slovenia við í hvussu so er einum stigi, so ugga tey seg við, at tað framvegis er upp til russararnar sjálvar at gera av, um teir skulu luttaka í HM endaspælinum komandi summar. Umframt dystin í Føroyum so skulu teir spæla ímóti Sveis á heimavølli.
At Russland er fremst í undankappingarbólkinum hevur við sær, at áhugin úti í heimi fyri dystinum í dag er væl størri, enn hann var, tá Luksemborg var í Føroyum. Tað sást m. a. aftur í, at Eurosport fer at senda brot frá dystinum.
Í Russlandi fara teir at senda dystin, men hann verður ikki sendur beinleiðis. Stóra tíðindasendingin í almenna sjónvarpinum er á skránni, meðan dysturin verður spældur, og hana vilja russarar ikki flyta orsaka av landsdystinum ímóti Føroyum. Dysturin verður sendur tveir tímar eftir, at hann er liðugt spældur.
Tíggju tíðindafólk eru við Oleg Romantsev og hansara monnum í Føroyum.