Rokningin fyri teir russisku sjómenninar, sum í løtuni liggja á intensivu deildi fyri koronusmittu, verður ikki goldin av føroyska skattgjaldaranum.
Tað váttar Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.
Tað var í gjár, at heilsumálaráðið boðaði frá, at 28 sjómenn vórðu smittaðir umborð á russiska trolaranum Yantarny, og Kringvarpið boðaði seinni frá, at tveir teirra vórðu innlagdir á intensivu deild.
Men Tummas í Garði ger greitt, at hetta fer ikki at kosta føroyska skattgjaldaranum nakað, tí at tað er ásett í kunngerð, at útlendingar - í hesum førinum útlendskir sjómenn - fáa ikki ókeypis viðgerð í sjúkrahúsverkinum.
– Tað er tryggingarfelagið hjá teimum, sum heftir fyri viðgerðina, sigur Tummas í Garði og leggur aftrat, at sjómenninir skulu vera dekkaðir av ferðatrygging.
Prísurin fyri intensiva viðgerð er um 25.000 krónur um døgnið.