Russarar eru vónbrotnir

Avbjóðingin ímóti Føroyum verður tikin í álvara av russunum, sum av álvara kendu seg burturdømdar í Slovenia

 

Landsdystur


Eingin skal ivast í, at russiska landsliðið tekur uppgávuna í alstórum álvara, tá teir klokkan 17 í dag fara at royna seg ímóti føroyingum.

29 ára gamli verjuspælarin, Dajev, var fyrstu ferð á landsliðnum, tá teir leygardagin taptu 2?1 í Slovenia. Hann sigur soleiðis um mótstøðuliðið í dag:

? Vit kunnu ikki rokna føroyingar at vera púrasta uttan møguleika. Teir hava vunnið tvær ferðir ímóti Luksemborg, og teir hava megnað 2?2 javnleik ímóti Slovenia, sum vit leygardagin taptu ímóti. Eg sá teir spæla í Moskva í mars, og út frá tí dystinum og úrslitunum í hinum undankappingardystunum, so er tað nevyan langt av leið at rokna teir at vera eitt miðal europeiskt landslið, segði Dajev vil russiska pressu í gjár. Hann legði afturat, at tað var púra burturvið at rokna føroysku spælararnar sum fiskimenn, ið spældu fótbólt í frítíðini.

? Hvat teir liva av hevur ikki so nógv at siga. Tað snýr seg um avrikini, sum teir vísa á vøllinum, og har bera teir seg at sum í hvussu so er hálvtíðar yrkisspælarar, staðfestir nýklækti verjumaðurin á russiska landsliðnum.


Vónbrotið

Russiska ferðalagið kom sunnudagin til Føroya. Teir komu úr Slovenia, har Russland leygardagin hevði møguleika at styrkja heilt nógv um vánirnar at sleppa við í HM endaspælið í Japan og Suðurkorea komandi summar. Men tað miseydnaðist. Í síðstu løtu bríkslaði eingilski dómarin fyri brotssparki til heimaliðið. Slovenia skoraði og so vunnu teir 2?1 og styrktu um sína støðu. Russland hevur seytjan stig, og Slovenia hevur sekstan stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at um tað í fjør hevði eydnast Slovenia at fingið øll stigini í Føroyum, so høvdu teir verið fremstir í bólkinum, nú tað resta tvey umfør. Sum kunnugt endaði dysturin á Svangaskarði fyri einum ári síðani 2?2.

Russarar eru stak vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa javnleik í Slovenia. Síðani leygardagin hevur tað í russisku pressuni og í landsliðsleguni verið torført at savna hugsanirnar um uppgerðina ímóti Føroyum. Orsøkin hevur verið, at bæði russarar og øll onnur, sum hava sæð dystin ímóti Slovenia í sjónvarpinum, hava sera ilt við at skilja, hví eingilski dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið. Eitt hornaspark varð lagt innfyri, og vandin tóktist vera burtur, eftir at ein av heimamonnunum hevði stútað við síðuna av málinum. Men so var tað, at dómarin bríkslaði og peikaði á brotssparksplettin. Tað hevur argað russararnar heilt nógv, og bæði í russiskari og útlendskari pressu hevur aftur og aftur verið spurt, hvat brotssparkið varð dømt fyri. Eingin hevur verið førur fyri at koma við einari hollari frágreiðing.