Júst sum USA og onnur lond umhugsa tiltøk ímóti Iran fyri at fáa landið at steðga sínum kjarnorkuætlanum, boða russar frá, at teir eru til reiðar at hjálpa iranum at byggja fleiri kjarnorkuverk.
Tað vóru russar, sum bygdu tað fyrsta kjarnorkuverkið í Iran, sum alment varð sett í gongd fyri tveimum mánaðum síðani, og nú sigur Moskva, at Russland er sinnað at byggja fleiri verk afturat í Iran.
Russiska tilsøgnin kemur, júst sum Altjóða Kjarnorkustovnurin, IAEA, hevur kunngjørt eina nýgja frágreiðing, har stovnurin sigur seg bera ótta fyri, at Iran brúkar kjarnorkuna til hernaðarlig endamál. Tað hevur stýrið í Teheran avsannað.
USA vil hava altjóða samfelagið at seta tiltøk í verk ímóti Iran, men Russland og Kina siga nei.