Russar vilja hava Volvo

Oleg Deripaska, ið er ein av nýggju oligoarkunum í Russlandi, sigst vera áhugaður í at keypa bæði Jagur, Land Rover og Volvo bilasmiðjurnar. Ford, sum eigur tey trý merkini, váttar, at samráðingar eru um eina møguliga sølu av Jaguar og Land Rover. Men enn verður tó einki sagt um, hvørt talan verður um eina yvirtøku av Volvo eisini.