Russland hevur nú viðurkent tjóðarráðið hjá teimum libysku uppreistrarmonnunum sum landsins lógliga vald. Tað stendur í einari kunngerð frá uttanríkisráðnum í Moskva.
Í kunngerðini stendur eisini, at Russland fer at viðurkenna tær nýskipanir, sum verða settar í verk í Libya við nýggjari stýrisskipan, fríum vali og nýggjari ríkisstjórn.
Fronsku myndugleikarnir boðaðu í morgun frá, at teir hava gjørt av at lata libyska tjóðarráðið fáa atgongd til 1,5 milliard evrur, sum Libya eigur í fronskum bankum, men sum franska stjórnin legði hald á fyrr í ár. Pengarnir skulu brúkast til at endurbyggja tað, sum er farið í krígnum.










