Russar við nýggjum flogfari

Superjet 100 er fyrsta ferðamannaflogfarið hjá russum, síðani Sovjetsamveldið datt sundur

Russiska flogverksmiðjan Sukhoi leggur seg nú út í kappingina á flogmarkjnaðinum við einum spildurnýggjum flogfari, sum hevur fingið heitið Superjet 100.

Nýggja flogfarið, sum hevur tveir motorar, og sum tekur 110 ferðafólk, skal taka upp kappingina við verksmiðjurnar Embraer og Bombardier. Sukhoi hevur gjørt nýggja flogfarið í samstarvi við vesturlendskar fyritøkur, eitt nú amerikonsku Boeing.