Russar venda eyguni móti Føroyum

Føroyska fiskivørur skulu metta russar aftaná nýggja handilsbannið móti vesturheiminum.

Áhaldandi stríðið millum Russland og vesturheimurin tykist ongan enda at taka. Í summar boðaði ES og USA frá, at teir fóru at herða handilsbanni móti Russlandi.

Tað førdi við sær, at Russland svaraði við at herða teirra handilsbann mótvegis ES, USA og teimum londum, ið stuðla teimum.


Millum tey londini er føroyska grannatjóðin Ísland. Hóast Ísland frá byrjan av hevur stuðlað handilsbanninum hjá vesturheiminum, so hevur grannatjóðin ikki verið rakt av russiska handilsbanninum. Tað er tó broytt nú, og rakar tað millum annað íslendsku fiskivinnuna, ið nú ikki kann selja til Russlands.


Í Russlandi er tey tó ikki ráðaleys. Sambært donsku heimasíðuni business.dk, so venda russar nevniliga eyguni til Føroyar.


Business.dk endurgevur russiska landbúnaðarráðharran, Aleksandr Tkatjov, fyri at siga, at Føroyar kann taka plássið hjá Íslandi.


- Tær veitingar, ið fyrr komu til okkara frá Íslandi, kunnu til dømis koma frá Føroyum í staðin.


Formaðurin fyri russiska fiskimannafelagið, Aleksandr Fomin, verður eisini endurgivin fyri at siga, at økti kostnaðurin fyri ymiskar fiskavørur hava við sær, at russar nú samráðast við aðrar tjóðir.


- Tað eru fiskasløg, ið okkara fiskimenn ikki fiska í nóg stórum nøgdum. Harímillum er laksur, ið fyrr kom frá Norra, og makrelur, ið er ein sera væl dámd vøra. Tað er ein mangulvøra. Tí eru tað í løtuni samráðingar við Føroyar og Grønland.