Russar á veg inn í sjálvt Georgia

Russiski herurin hevur nú meiri enn 9.000 hermenn og 350 stríðsvognar umframt flogfør í Georgia

Russland tykist ikki hava nakrar ætlanir um at gevast við tí hernaðarliga átakinum í Goergia. Tvørturímóti segði georgiska innanríkisráðið fyrrapartin, at Russland hevur styrkt sína hernaðarligu støðu í Suðurossetia og í Abkhasia, og at russiskir hermenn eisini eru í sjálvum Georgia.

Russiska tíðindastovan Interfax vil vera við, at Russland hevur nú meiri enn 9.000 hermenn, 350 stríðsvognar og fleiri flogfør í Suðurossetia og Abkhasia.

Bretska sjónvarpsrásin Sky News segði í morgun frá einum georgiskum embætismanni, at georgiski býurin Gori var fyri ógvusligum álopum frá russiskum bumbuflogførum og kanónum. Gori, sum hevur umleið 50.000 íbúgvar, er bara 60 kilometrar frá georgiska høvuðsstaðnum Tblisi.

-Russar bumbaðu Gori í gjárkvøldið og í nátt, og vit hava ábendingar um, at teir fyrireika seg til eitt veruligt stórálop á býin, tí teir hava savnað nógvar stríðsvbognar uttan fyri býin, sigur georgiski stjórnartalsmaðurin, Sjota Utjasjvilj, sambært Reuters.

-Vit hava ikki sæð nakrar russiskar hermenn enn, men vit rokna við, at teir eru á veg, sigur Utjasjvilj. Hann leggur afturat, at georgisku hermenninir hava skotið eftir teimum russisku støðunum fyri at forða teimum í at taka seg fram.

Skuldi tað hent, at russiski herurin tekur Gori, so er tað fyrstu ferð í krígnum, at russiskir hermenn fara inn í sjálvt Georgia.