Russar ávara ímóti álopi á Iran

Russland ávarar enn eina ferð lond í Vesturheiminum ímóti at leypa á Iran við hermegi. Uttanríkisráðið í Moskva sigur, at eitt tílíkt stig kann fáa sera víttfevndar avleiðingar.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, segði í dag, at eitt útlendskt hernaðarátak ímóti Iran fer at gera spenningin millum sunnimuslimarnar og shiamuslimarnar í Iran størri, enn hann longu er.

-Hetta málið er sera álvarssamt og kann elva til sannan ruðuleika, sigur Lavrov sambært russiskum fjølmiðlum.

Amerikanska stjórnin hevur sagt, at USA fer at brúka hermegi ímóti Iran, um landið ger álvara av hóttanini at steingja Hormuz-sundið, sum er innsiglingin til Persaflógvan og ein sera týðandi oljuflutningsleið.