Russar væl komnir við havnarlagið

Eftir trý ár, har Portsmouth hevur stríðst fyri lívinum í Premier League, eru tað í ár aðrir og lýggjari vindar, sum blása yvir havnarbýin. Ikki minst takkað verið milliónunum hjá Alexandre Gaydamak

Premier League

Tað eru so sanniliga nýggjar tíðir í havnarbýnum, Portsmouth. The Pompeys, sum er stóra fótbóltsfelagið í býnum, hevur sjáldan havt tað lætt í fremstu ensku røðini, og fram til tíðliga í vár var hetta eisini galdandi.
Men tá russisk/ísraelski Alexandre Gaydamak beint eftir ársskiftið keypti seg inn í felagið, fekk floytan eitt annað ljóð. Russiku oligarkarnir hava seinnu árini fingið av at vita frá fótbóltsheiminum. Ikki minst takkað verið milliardunum hjá Roman Abramovich. Men hjá teimum feløgum, ið eru at rokna sum leikur hjá somu ríkmonnum, hava tey helst einki ímóti pengunum, sum hesir hava við sær.

Redknapp í essinum
Í vár var kortini avmarkað, hvussu nógvar rublar Portsmouth megnaði at brúka. Keypið hjá Gaydamak hendi stutt fyri afturlating av transfer-glugganum, men tað eydnaðist tó Harry Redknapp at fáa fatur á Tottenham-duettini, Pedro Mendes og Sean Davis.
Ikki minst Mendes gjørdist ein av stóru hetjunum, tá hann við tveimum málum móti Manchester City í vár mest sum bjargaði Premier League tilveruni hjá felagnum.
Og í summar fekk Harry Redknapp so úr at gera á marknaðinum. Mest sum legendariski venjarin, ið hevur fleiri enn 1.000 dystir í skjáttuni, hevur altíð verið tiltikin fyri at vera ein tann ídnasti maðurin á transfer-marknaðinum. Í pengapunginum hevði hann hesa ferð einar 30 milliónir bretsk pund frá Gaydamak, men kortini hoyrdist hann á óvanligan hátt gremja seg um, hvussu vónleyst tað var at fáa spælarar. Kanska eisini eitt árin av, at Portsmouth enn ikki ljóðar so væl sum Chelsea, og at tað tí ikki enn bar til at fáa fatur á absoluttu heimsstjørnunum.
Men seinastu dagarnar undan evstamarkinum kom av álvara ferð á. Ikki minst, tá tosað verður um miðvallarar. Rodolph Douala, Manuel Fernandes og Noko Kranjcar komu allir til í evstu løtu. Saman við teimum skulu David Thompson, Ognjen Koroman og so teir báðir Mendes og Davis stríðast um miðvallar-plássini í heldur óvanligu 3-5-2 skipanini, sum Redknapp framvegis roynir seg við.
Í verjuni eru David James og Sol Campbell álitini, sum enn ikki hava loyvt einum máli ígjøgnum, meðan Lua Lua saman við royndu Andy Cole og Nwanko Kanu eru álitini í álopinum.
Samanlagt ein blanding av garvaðum enskum nøvnum, sum er sett saman við nøkrum av mest lovandi ungu nøvnunum í europiskum fótbólti.

Eru nú oddalið
Um vikuskiftið var talan um útidyst móti Charlton, og fyri fimtu ferð av fimm møguligum eydnaðist tað hjá Portsmouth at halda mótstøðuliðinum frá málinum. Og við sínum fyrsta máli í ár eydnaðist Lua Lua at vissa Pompeys fjórða sigurin í hesum fimm dystunum. Ein úrtøka, sum fyribils hevur sent Portsmouth í oddin av fremstu ensku røðini.
Hvørt teir verða verandi á hesum sessi, er helst enn ov tíðliga at staðfesta. Meira sannlíkt er, at tað fer at kosta á stigatalvuni, tá veruligi tungvektararnir standa fyri framman. Teimum hevur Portsmouth nevnliga enn til góðar at møta, og enn tykist hópurin hjá Redknapp ikki at hava neyðuga styrkina til at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum.
Tað skuldi tó verið løgið, um Redknapp ikki longu nú er farin at fyrireika seg til nýggjar handlar kring ársskiftið. Við útlitum til europiskar avbjóðingar komandi kappingarár, er Portsmouth eisini vorðið eitt nógv meira lokkandi felag. Og tó at siðvenjan enn ikki er í nær námind teirri hjá feløgum sum Liverpool og Manchester United, so hava teir tó ein fyrimun fram um hesi. Lýggja veðurlagið í Suðurbretlandi ger tað í øllum førum nógv lættari at draga nøvn úr heitaru londunum móti felagnum. Troyttur av at keypa verður Reknapp so ongantíð, so tað man neyvan koma óvart á nakran, um onkur afrikanskur ella suðuramerikanskur landsliðsspælari kemur til felagið til ta tíð.

---

Dystirnir hjá Portsmouth í ár
Portsmouth-Blackburn3-0
Manchester City-Portsmouth0-0
Middlesbrough-Portsmouth0-4
Portsmouth-Wigan1-0
Charlton-Portsmouth0-1

---

Fakta um Harry Redknapp
Føddur 2. mars 1947 í Poplar, London
Feløg sum venjari: Southampton, Portsmouth, West Ham United, Bournemouth
Vunnið: First Division (2003), Third Division (1987), InterToto Cup (1999)