Flestu russar hava ikki álit á myndugleikunum, og teir halda ikki, at Vladimir Putin, forseti, sigur allan sannleikan.
Tað sæst í einari kanning, sum stovnurin Romir hevur gjørt. Hon vísir, at 52 prosent av teimum spurdu siga seg ikki hava fult álit á einum einasta almenna stovni í landinum, og bara 30 prosent siga saeg hava álit á øllum, sum forsetin sigur. Støðan er uppaftur verri, tá tað snýr seg um dómsvaldið, ákæruvaldið og tjóðartingið, tí bara 10 prosent hava álit á teimum.
Korrupsjón er ein stórur trupulleiki í Russlandi. Ein kanning, sum varð gjørd herfyri, vísti, at tað hevur ongantíð verið so vanligt at rinda løgregluni og ymsum almennum eftirlitsmyndugleikum mutur, sum síðani Putin tók við forsetaembætinum.