Russar ætla sær Norðpólin

Russland ætlar at útvega sær prógv fyri, at havbotnurin undir Norðpólinum er partur av russiska meginlandsstøðinum

Russisku myndugleikarnir hava sent ein kjarnorkuriknan ísbrótara á leiðina kring Norðpólin. Ørindini eru at útvega vísindalig prógv fyri, at havbotnurin undir Norðpólinum er ein partur av russiska meginlandgrunninum.

 

Eydnast tað russum at fáa slík prógv, kann Russland krevja ognar- og nýtslurættin til møgulig tilfeingi á og undir havbotninum á Norðpólinum, skrivar Webavisen.

 

Danir og grønlendingar hava leingi hildið uppá, at havbotnurin undir Norðpólinum er framhald av grønlendska landgrunninum, og eins og russar hava teir sett sær fyri at prógva tað.

 

Kappingin um ríkidømið undir Norðpólinum er byrjað, tí russiski ísbrótarin er á veg til pólin.