Russar stjólu

Um vikuskiftið hevur eitt russiskt skip ligið á Eystara armi á Skálafjørðinum. Fleiri boðaðu politinum frá, at hesir russar hava gingið runt og stolið úr parkeraðum bilum. Politiið sigur, at teir hava tikið tað, teir hava fingið hendur á. Tað verið seg bilstereo, fløgur og annað.
Hetta er ikki ókent. Tað kemur ikki so ofta fyri longur, tí so fá russisk skip eru á Skálafjørðinum, men fyrr í tíðini var heilt galið, tá skip lógu á Skála.
Annars var enn eitt umfar av Prix Føroyum um vikuskiftið. Politiið letur væl at, og sigur, at onki hevur verið í samband við hetta.
Ein maður var tikin fyri spirituskoyring sjálvan leygardagin, men hetta hevði onki við prixið at gera.
? Eg haldi, fólk skikka sær væl. Tey vita, at vit eru eyka ansnir tá prixið er, og tá vit koma inn í hølini við jøvnum millumbilum og vit koyra runt, so skikka fólk sær væl, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.