Mikudagin hendi tað óhugsandi. Altjóða viðurkenda streamingsíðan Ustream krassjaði bert 10 minuttir áðrenn sendingin "Ghetto Føroyar" skuldi í luftina. Ustream svarar nú, at kreftir í Russlandi steðgaðu Ustream og harvið sendingini hendan dagin.
Eftir at sendingin Ghetto Føroyar varð útsett fýra tímar seinasta mikudag, setti tøkningurin Búgvi Øster sær fyri at fáa greiðu á júst hvat hendi hendan dagin. Hann skrivaði tískil til Ustream, og spurdi um hetta var ein trupulleiki man kundi vænta sær hvørja viku.
Sambært svarinum hjá Ustream, so er nakað sum bendir á, at sterkar kreftir í Russlandi steðgaði síðuni hendan mikudag.
Ustream skrivar, at mótmælisgongur vóru ímóti russisku stjórnini hendan dagin, og at journalistar vóru staddir har, sum skuldu senda beinleiðis frá mótmælinum umvegis síðuna hjá Ustream. Men tað eydnaðist teimum ikki, tí Russland snøgt sagt steðgaði síðuni við einum samskipaðum telduálopi á síðuna