Russar spæla við eld

Georgia sigur russar spæla við eld, tí teir hava eina stóra hernaðarvenjing í Kaukasus-økinum Russiski herurin skipar í hesum døgum fyri einari stórari venjing í Kaukasus-fjøllunum, og sambært eygleiðarum skal venjingin vísa, at herurin stendur tilbúgvin, hóast átøkini í grannalandinum Georgia eru av.

8.500 hermenn við 200 stríðsvognum eru við í venjingini.

Myndugleikarnir í Georgia hava fordømt russisku venjingina og siga hana vera hættisliga, og georgiski uttanríkisráðharrin, Alexander Nalbandov, hevur sagt, at russar spæla við eld.

Georgiska stjórnin hevur sagt, at herurin er umskipaður og útgjørdur av nýggjum, og at hann er líka sterkur sum undan samanbrestunum við russar í fjør.