Russiskar loftverjustøðir skutu síðstu nátt niður tvær ukrainskar dronur yvir býnum, Belgorod, sum liggur nærindis markinum til Ukraina.
Tað sigur russiska verjumálaráðið á boðtænastuni, Telegram.
Guvernørurin í økinum, Vjatsjeslav Gladkov, sigur, at eingin fekk skaða í álopinum.
Sambært guvernørinum duttu leivdirnar av ukrainsku dronunum niður yvir ein veg í regiónini, Jakovlevskij.











